VIDEO: Danmark knógvaði Fraklandi í Algeria

(VIDEO) Danmark koppaði sterka franska liðnum í U21 HM-hálvfinaluni í Algeria. Síggj hæddarpunktini her

Danska U21 manslandsliðið í hondbólti hevur vunnið seg í HM-finaluni í Algeria aftaná ein minniliga 37-34 (17-16) sigur á sterka franska liðnum. Tá liðini møttust í innleiðandi bólkaspælinum vann Frakland annars ein sannførandi 30-22 sigur á Danmark.

 

Danmark skal møta Spania í finaluni, sum í sínari hálvfinalu vann 26-21 (12-11) á Týsklandi. Finalan verður spæld klokkan 18 í dag.


"Dreymafinalan", sum fleiri av føroysku spælarunum annars høvdu vónað var ein finala millum Frakland og Týskland, sum føroyska liðið spældi góðar dystir ímóti í HM-endaspælinum í Algeria. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj hæddarpunkt frá hálvfinaluni millum Danmark og Frakland. Á upptøkuni eru eisini ein samrøðu við Frederik Ladefoged, sum stórfegnast um at hava vunnið seg í HM-finaluna.