Video: Danielsen brøður á máltalvuna

Niels Pauli og Ragnar B. Danielsen skoraðu báðir móti HB. Fyri Ragnar var talan um fyrsta málið í bestu deildini

EB/Streymur tapti í gjár 4-2 fyri HB í Gundadali í 5. umfari í Effo-deildini. Hóast EB/Streymur tapti, so var ein serlig hending fyri tveir av spælarunum á liðnum hjá EB/Streymi.

 

Til ber at síggja samrøðuna við Niels Paula B. Danielsen við at trýsta á pílin á myndini

(Riggar ikki til appina)

Farna umfar fekk 22 ára gamli Ragnar B. Danielsen debut á besta liðnum hjá EB/Streymi. Í gjár skoraði Ragnar, tá hann minkaði um munin til 3-1. Hetta er hansara fyrsta mál í bestu deildini.

 

Les eisini: Samandráttur HB-EB/Streymur 4-2

 

Stutt fyri tíð skoraði eisini eldri beiggin, 26 ára gamli Niels Pauli B. Danielsen, tá hann minkaði um munin til 4-2, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið. Hetta er so fyrstu ferð, at brøðurnir skora í sama dysti í bestu deildin.

 

HB-EB/Streymur 4-2 (3-0)

1-0: Levi Hanssen br 20.

2-0: Arnbjørn Hansen 29.

3-0: Arnbjørn Hansen 30.

3-1: Ragnar Danielsen 64.

4-1: Arnbjørn Hansen 72.

4-2: Niels Pauli Danielsen 89.