Video: Dómari álopin av áskoðara

Dómari var í kvøld álopin í dysti í Turkalandi

Annar mállinjudómarin í dystinum í Turkalandi millum Fenerbache og Trabzonspor varð í kvøld álopin av áskoðara.

Áskoðarin megnaði at fáa dómaran um koll og sló fleiri ferðir eftir honum, áðrenn vaktarfólk løgdu ímillum.

Dómarin steðgaði dystinum, og allar spælararnir fóru í skundi skiftingarrúmini.

Fleiri áskoðarar komu inn á vøllin, og bæði vaktarfólk og trygdarlið hjá løgregluni gjørdust partur av rokinum.

Omanfyri ber til at síggja video av hendingini.