Heimsins besti fótbóltsspælari, Cristiano Ronaldo, sum fyri stuttum vann Ballon D´or - Gullbóltin - hevur havt eitt minniligt ár, har hann hevur vunnið EM-gull við Portugal, og Champions League við Real Madrid.
Cristiano Ronaldo hugsar tó um annað enn fótbólt. Í samstarvi við felagsskapin "Save The Children", ella "Red Barnet", sum felagsskapurin eitur her um leiðir hevur Cristiano Ronaldo latið eina rættiliga stóra upphædd til hjálpararbeiðið hjá Save The Children í tí krígsrakta býnum, Aleppo í Sýria. Cristiano Ronaldo vil tó ikki siga alment hvussu stór upphæddin er, men felagsskapurin, Save The Children staðfestir, at talan er um eina upphædd, sum veruliga munar.
Cristiano Ronaldo vil tó gera meir enn bara lata pening til tey krígsraktu børnini í Aleppo í Sýria. Hann hevur tí gjørt ein stuttan videofilm, har hann sýnir sín stuðul til børnini í Aleppo við einari stuttari, lívgandi heilsan.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr heilsanina hjá Cristiano Ronaldo til børnini í Aleppo í Sýria.










