Gamla hetjan hjá Manchester United, Eric Cantona hevur eitt fast innslag á Eurosport tá HM og EM endaspøl eru á skránni.
Í innsløgunum hevur Eric Cantona skeivar og humoristiskar vinklar uppá tað sum hendir í einum endaspæli, og hann sparir ikki uppá krútið má staðfestast.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj eitt sera stuttligt videobrot, har Eric Cantona ger gjøldur við glantrileikinum hjá brasilska stórleikaranum, Neymar. Í øllum stuttleikanum gloymir Eric Cantona ikki at nevna, at Neymar hevur eitt stórt fótbóltstalent, men tað skal valdast hvussu ein skapar sær.