Video: Brendir kjansir í Runavík

Toppliðið NSÍ megnaði eitt sindur óvæntað ikki at vinna ímóti TB í dag

Fyrsti dysturin í 16. umfari í Effodeildini var spældur í Runavík í dag.

Toppliðið NSÍ tók ímóti TB, og undan dystinum vóru runavíkingar favorittar at vinna dystin. Men triðja dystin á rað fór NSÍ av vølli uttan at vinna, og í morgin kunnu feløgini, ið elta NSÍ, toga seg inn á teir.

NSÍ hevði meira spæl og teir størru kjansirnar, men allir vóru misnýttir. TB hevði eitt skot á tvørstongina og hóttu í øðrum førum, men heldur ikki teir fingu mál.

Trýst á pílin í myndini omanfyri og síggj samandrátt av dystinum.