VIDEO: Brandur og Helsingborg vunnu fyrsta venjingardystin

(VIDEO) Brandur Hendriksson Olsen hevði eina góða skotroynd í eittmálssigrinum hjá Helsingborg á Torns IF ígjár

Seinastu vikurnar hava føroyski landsliðsspælarin, Brandur Hendriksson Olsen og liðfelagarnir í Helsingborgs IF, ið nú skulu royna seg í næstbestu svensku fótbóltsdeildini, Superettan havt uppstart til kappingarárið sum er fyri framman.

Ígjár spældu teir í Helsingborg ársins fyrsta venjingardyst móti Torns IF, ið spælir í triðbestu deildini. Helsingborg hevði teir flestu málmøguleikarnar, og Brandur hevði eisini eina góða skotroynd, men Torns IF lógu eisini framvið. 

Helsingborg vann 1-0 við einum sigursmáli Simon Bengtsson skoraði tá eitt stórt korter var leikt av seinna hálvleiki.

Í Helsingborg eru teir glaðir fyri at kunna byrja nýggja fótbóltsárið við einum sigri. 

HER  ber til at síggja ein stuttan samandrátt frá dystinum Helsingborg spældi ígjár:

##med2##