VIDEO: Brandur og Helsingborg eru úti av steypakappingini

(Video) Aftaná tveir av trimum dystum í bólkaspælinum er greitt, at Helsingborg ikki kemur í fjórðingsfinalurnar

 

Í Svøríki avvikla tey steypakappingina í fótbólti nakað øðrvísi enn í grannalondunum.

Tá 32 lið eru eftir vera tí deild upp í átta bólkar við fýra liðum hvør. Har spæla liðini ein dyst móti hvørjum øðrum og bara bólkavinnarin fer víðari til fjórðingsfinalurnar.

Liðið hjá Brandi Hendrikssyni Olsen, Helsingborg er í bólki saman við Gauthiod, Dalkurd og Häcken. 

Aftaná tvey umfør er longu greitt, at Helsingborg ikki hevur møguleika at vinna seg víðari. Helsingborg spældi farna vikuskiftið javnleik 1-1 móti Gauthiod, og í dag tapti Helsingborg 1-2 fyri Dalkurd á heimavølli. Samstundis hevur Häcken vunnið báðar sínar dystir og hevur seks stig og málúrtøkuna 5-0. Helsingborg vitjar Häcken komandi vikuskiftið, men kann í mesta lagi røkka fýra stigum í bólkinum. 

Í dystinum í dag var Dalkurd á odda 2-0 í steðginum. Tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini eydnaðist tað Helsingborg at minka um munin til 1-2 við einum máli enski Noel Mbo skoraði, men nærri kom heimaliðið ikki. 

Støðan er tann, at Häcken hevur seks stig, Dalkurd hevur trý stig og Helsingborg og Gauthiod hava eitt stig hvør.

Fyrsti dysturin hjá Helsingborg í landskappingini verður á útivølli móti Sundsvall tann 13. apríl. 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Helsingborg og Dalkurd. Brandur Hendriksson Olsen var við í onkrari góðari atsókn hjá Helsingborg: 

##med2##