VIDEO: Brandur legði upp til mál í heimasigri hjá Helsingborg

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Helsingborg-Brage 3-0 (1-0)

Brandur H. Olsen spældi allan dystin tá lið hansara, Helsingborg vann ein sera týdningarmiklan 3-0 sigur á Brage á heimavølli í dysti í næstbestu svensku fótbóltsdeildini ígjár.

 

Brandur legði upp til fyrsta málið, og átti við hegnisligum frísparki inn í brotsteigin hjá Brage triðseinasta fótin á bóltinum, tá Dennis Olsson legði Helsingborg á odda 1-0. Í seinna hálvleiki økti Helsingborg við tveimum málum. 

 

Helsingborg er nú á triðja plássinum við 46 stigum. Tvey stig eru upp til annað plássið, har Eskilstuna hevur 48 stig. Värnamo er oddalið við 56 stigum, og hevur tryggjað sær uppflyting til Allsvenskuna. Helsingborg hevur fýra stig niður til Norrby og Trelleborg nú bert níggju stig eru eftir at spæla um.

 

Verður Helsingborg nummar tvey flyta teir beinleiðis upp í Allsvenskuna. Verður Helsingborg nummar trý skulu teir spæla móti triðaftasta liðnum í Allsvenskuni um rættin at spæla í Allsvenskuni komandi kappingarár.

 

Leygardagin spælir Helsingborg útidyst móti Värnamo, ið longu hevur tryggjað sær uppflyting, og kann vinna deildina við at vinna á Helsingborg. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at Värnamo fer at spæla í bestu svensku fótbóltsdeildini. 

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini, har ímillum góða frísparkið hjá Brandi í samband við 1-0 málið: 

 

##med2##