VIDEO: Brandur legði upp til mál við góðum hornasparki

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Sundsvall-Helsingborg 2-2 (1-1)

Brandur Hendriksson og liðfelagarnir í Helsingborg spældu fyrsta dystin í Superettan, ið næstbesta svenska fótbóltsdeildin verður nevnd á útivølli ígjár.

Helsingborg vitjaði Sundsvall á útivølli. Svensku ítróttarmiðlarnir meta Helsingborg og Sundsvall millum favorittarnar at vinna sær uppflyting upp í bestu svensku fótbóltsdeildina, Allsvenskuna komandi kappingarár.

Dysturin endaði við javnleiki 2-2. Helsingborg hevði sigurin í hondum, men í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat eydnaðist tað Johan Bengtsson at javna til 2-2.

Helsingborg hevði leiðsluna tvær ferðir í dystinum. Báðu ferð var tað Anthony van den Hurk sum legði Helsingborg á odda.

Anthony van den Hurk legði Helsingborg á odda 1-0 tá 18 minuttir vóru farnir. Tríggjar minuttir seinni javnaði Sundsvall við einum rættiliga ivasomum brotssparki, men dómarin stóð við sítt.

Tá ein tími var farin av dystinum legði Anthony van den Hurk Helsingborg á odda 2-1 aftaná eitt framúr gott hornaspark hjá Brandi Hendrikssyni, men tað bar tíverri ikki til sigurs.

Komandi týskvøld hevur Helsingborg heimadyst móti Örgryte.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum ígjár: 

##med2##