Video: Brandur avger finaluna

Her ber til at síggja Brand H. Olsen og FCK vinna donsku steypafinaluna

Í gjár vann FCK donsku steypafinaluna 3-2 á FC Vestsjælland eftir umdyst. 19 ára gamli føroyski landsliðsspælarin, Brandur H. Olsen, skoraði avgerandi málið.

 

Les eisini: Brandur avgjørdi steypafinaluna

 

FC Vestsjælland koma annars á odda aftaná ein hálvan tíma, men tíðliga í seinna hálvleiki vendi FCK dystinum til 2-1. Tríggjar minuttir fyri tíð javnaði FC Vestsjælland og tí var neyðugt við umdysti.

 

Les eisini: Brandur hevur ábyrgdina av steypinum

 

Aftaná 102 minuttir spældi Chrsitian Poulsen bóltin til Brand H. Olsen, sum sneiddi sær á og sendi bóltin í málið til 3-2.

 

Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini