Video: Boksikampur á fólkatingi

Sjúrður Skaale “luftboksaði” á fólkatingsins talarastóli í gjár til setanarorðaskiftið.

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingi, helt í gjár eina røðu á fólkatingsins talarastóli.

 

Í røðuni samanbar hann forsætisráðharran við Muhamed Ali og andstøðuleiðararnar við George Foreman - báðir tveir heimskendar boksilegendur.

 

Føroyski fólkatingsmaðurin megnaði sum fleiri ferðir fyrr at fáa donsku fólkatingslimirnar - og ikki minst Mette Frederiksen, forsætisráðfrú - at flenna.

 

Røðan var tó ikki bara ein skemtisøga, tí har var eisini álvari í um heimsstøðuna, kríggj og danska sambandið til Føroya.

 

Síggj og hoyr Sjúrða Skaale røða og boksa á Fólkatingi her:

 

##med2##