VIDEO: Bodø/Glimt vann stórsigur undan ferðini til Klaksvíkar

(Video) Bodø/Glimt er væl fyri undan returdystinum við Djúpumýru

Týskvøldið verður seinni dysturin í Champions League kappingini millum KÍ og Bodø/Glimt við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Dysturin týskvøldið byrjar klokkan 19. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Bodø/Glimt vann fyrra dystin 3-0, og fyrr í dag prógvaðu teir aftur, at teir eru væl fyri undan seinna dystinum móti KÍ.

 

Í dysti á heimavølli í bestu norsku fótbóltsdeildini vann Bodø/Glimt stórsigur 4-1 á Sarpsborg.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:

 

##med2##