Komandi mikudag klokkan 17 spælir KÍ á útivølli móti Bodø/Glimt í Champions League undankappingini.
Meðan KÍ spældi sín seinasta dyst undan dystinum móti Bodø/Glimt fyri trimum døgum síðani, so spældi Bodø/Glimt sín seinasta dyst fyrr í dag.
Bodø/Glimt tapti á útivølli í dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini 2-3 fyri liðnum hjá Gilla R. Sørensen, Odd. Gilli var ikki við í hópinum hjá Odd í dag orsaka av einum skaða.
Bodø/Glimt hevði annars undan dystinum í dag vunnið fýra teir seinastu dystirnar. Í hesum fýra dystinum skoraði Bodø/Glimt 10 mál og læt einki mál inn.
Í dag lat mótstøðuliðið hjá KÍ trý mál, og teir taptu uppá eitt brotsspark, ið Odd fekk langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Odd-Bodø/Glimt 3-2 (1-1) :
##med2##