VIDEO: Bjartalíð byrjaði inni í útitapi hjá Fredrikstad

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Strømsgodset-Fredrikstad 2-0 (1-0)

Fyri fyrstu ferð í langa tíð var Jóannes Bjartalíð við frá dystarbyrjan hjá Fredrikstad.

 

Fredrikstad tapti 0-2 fyri Strømsgodset í dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini á Marienlyst leikvøllinum í Drammen. Heimaliðið legði seg á odda longu í 12. minutti, og teir øktu til 2-0 í 55. minutti.

 

Jóannes spældi ein tíma, ið er tað longsta hann hevur spælt í einum kappingardysti fyri Fredrikstad hetta kappingarárið,

 

HER  ber til at síggja ein samandrátt frá norska TV2 frá dystinum. 

 

Fredrikstad er nummar fimm í deildini við 43 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri Molde og Viking, ið tó hava spælt ein dyst færri.

 

Komandi týskvøld klokkan 19.30 spælir Fredrikstad ársins týdningarmesta dyst á heimavølli. Talan er um hálvfinaluna í steypakappingini móti Oslo KFUM.