Viljormur Davidsen var liðskipari, tá lið hansara, Vejle á heimavølli á leikvøllinum í Nørreskoven í dysti, sum var leiktur i gjárkvøldi vann stórsigur 4-1 á Roskilde FC, sum liggur triðovast í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Sigurin merkir, at Vejle nú hevur luft niður til niðurflytingarstrikuna, og hava teir í Vejle nú átta stig niður til Næstved, sum liggur næstaftast á stigatalvuni við 23 stigum.
Øll málini komu í seinna hálvleiki. Í 56. minutti legði Jacob Schoop Vejle á odda, og eitt stórt korter seinni høvdu Agon Mucilli og Gael Ondoua økt til 3-0 áðrenn Roskilde FC svaraði aftur. Heilt ímóti dystarenda staðfesti Artem Favorov sigurin fyri Vejle. Sambært Vejle Folkeblad var talan um besta avrikið hjá Vejle í hesum árinum.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá dystinum, sum er higartil besta avrikið hjá Viljormi Davidsen og hansara liðfeløgum í ár.