Video: Besta málið - Fróði ella Ari?

Fróði Benjaminsen og Ari Ellingsgaard hava skotið tvey av flottastu málunum í ár

Um vikuskiftið varð 10. umfar í Effo-deildini. Burturúr umfarinum komu tvey av flottastu málunum, sum eru skotin higartil í hesum kappingarárinum.

 

Til ber at síggja málini við at trýsta á pílin á myndini

 

Fróði Benjaminsen, liðskipari hjá HB, skoraði tvey avbera flott mál móti KÍ í Klaksvík. Serliga tað seinna er sjónliga flott, tá hann við hálvliggjandi saksasparki sendir bóltin í málið til 2-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

 

Les eisini: Video: Samandráttur frá dystinum millum KÍ og HB

 

Mánakvøldið skoraði ÍF vongurin, Ari Ó.Ellingsgaard, somuleiðis eitt avbera flott mál, tá hann stutt fyri tíð skoraði upp á langskot. Dysturin millum B68 og ÍF endaði við javnleiki 1-1.

 

Les eisini: Video: Samandráttur frá dystinum millum B68 og ÍF

 

So er spurningurin hvat av málunum tú heldur er betri? Málið hjá Fróða Benjaminsen ella Ara Ó. Ellingsgaard?