Go Ahead Eagles í Niðurlondum var felagið hjá føroyska landsliðsspælaranum, Jan Allani Müller í 1990 og í 1991.
Liðið er í dag at finna í botninum í næstbestu niðurlendsku fótbóltsdeildini, og í dag gekk aftur illa í hond. Go Ahead Eagles tapti stórt 0-4 ímóti De Graafschap, og hetta var meir enn fleiri áskoðarar hjá Go Ahead Eagles toldu.
Áskoðarar hjá Go Ahead Eagles stormaðu leikvøllin, og bardagar vóru millum spælarar og áskoðarar.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj rokið sum var tá gamla liðið hjá Jan Allani Müller hevði tapt 0-4 ímóti De Graafschap á heimavølli.
Go Ahead Eagles er nummar 17 av teimum 20 liðunum í næstbestu niðurlendsku fótbóltsdeildini.










