Video: B36 vinnur á KÍ

Her ber til at síggjan samandrátt frá dystinum millum B36 og KÍ, har B36 vann upp á eitt brotsspark

B36 vann í dag 1-0 á KÍ í Gundadali í 5.umfari í Effo-deildini. Einsamalla málið skoraði Jákup á Borg, eftir at Hans Pauli Samuelsen fór um koll í KÍ brotsteiginum.

 

Les eisini: Favorittarnir funnið síni pláss

 

Hetta var mál nummar 147 hjá Jákupi á Borg í bestu deildini í Føroyum. Hann hevur er nú ájavnur við John Petersen, sum nú má deila heitið sum mest skoraði spælarin í føroysum fótbólti.

 

Við sigrinum er B36 komið upp á 11 stig á øðrum plássi, meðan KÍ dettur niður á sætta pláss við fimm stigum.

 

B36-KÍ 1-0 (1-0)

1-0: Jákup á Borg br 44.

 

Støðan

NSÍ 12

B36 11

HB 9

Víkingur 7

TB 6

KÍ 5

AB 5

ÍF 3

EB/Streymur 3

FC Suðuroy 0