B36 og HB spældu í dag javnleik 1-1 í Gundadali. Talan var um ein spennandi dyst, sum bleiv spældur frammanfyri nógvum áskoðarum.
Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
B36 var á odda í hálvleikinum. Tað var fult í trá við leikgongdina. B36 var betri í fyrra hálvleiki. Lukasz Cieslewicz legði B36 á odda aftaná 43 minuttir.
Les eisini: Heðin: Vit sita á dystinum
Í seinna hálvleiki var HB so omaná. Teir javnaðu við máli, sum Arnbjørn Hansen skoraði aftaná ein tíma. Síðani var HB nærri at vinna enn B36.
Les eisini: Eyðun: Javnleikur rættvíst úrslit
Úrslitið merkir, at B36 framvegis er nummar tvey, og HB er nummar trý.