Arnbjørn Hansen var ikki blíður við barndómsfelagið, tá teir vóru á vitjan í Gundadali í gjár. Hann skoraði ikki færri enn trý mál í 4-2 sigrinum á EB/Streymi.
Til ber at síggja samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini
Hóast Arnbjørn nú er HB’ari og kann gleðast um fyrsta harttikkið í nýggja felagnum, so vildi hann ikki gera ov nógv burtur úr at gleðast um málini móti gamla felagnum.
Les eisini: Samandráttur HB-EB/Streymur 4-2
Hann letur væl at nýggja felagnum, sum tykist passa honum væl í spælistíli eisini.
HB-EB/Streymur 4-2 (3-0)
1-0: Levi Hanssen br 20.
2-0: Arnbjørn Hansen 29.
3-0: Arnbjørn Hansen 30.
3-1: Ragnar Danielsen 64.
4-1: Arnbjørn Hansen 72.
4-2: Niels Pauli Danielsen 89.