VIDEO: Arminia Bielefeld-Greuther Fürth 2-3 (2-0)

(Video) Síggj málið hjá Jóan Símuni Edmundssyni og hini fýra málini sum komu í dystinum í Bielefeld í dag

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini sum komu í dystinum millum Arminia Bielefeld og Greuther Fürth í 2. bundesligu í Týsklandi fyrr í dag.

 

Arminia Bielefeld við Jóan Símuni Edmundssyni á liðnum tapti 2-3, hóast teir vóru á odda 2-0 í steðginum.

 

Jóan Símun Edmundsson legði Arminia Bielfeld á odda 1-0, tá 31 minuttir av dystinum vóru leiktir. Fýra minuttir seinni økti Arminia Bielfeld til 2-0, og so trúðu tey flestu, at talan fór at verða um ein sigur til Arminia Bielefeld.

 

 

Men í seinna hálvleiki vendi alt á høvdið. Fyrst skoraði útiliðið tvey tøtt mál, soleiðis at støðan gjørdist 2-2, og átta minuttir fyri leiklok skoraði Greuther Fürth til 2-3, sum eisini varð endaliga úrslitið.

 

 

Ósigurin hjá Arminia Bielefeld ber við sær, at felagið hjá Jóan Símun Edmundsson nú liggur á tólvta plássið í næstbestu týsku deildini.

 

 

Týski frásøgumaðurin nevnir Jóan Símun "Eddie". Gamalt er, at vælumtóktir spælarar í Týsklandi fáa kelinøvn, so tað er eitt sera gott tekin.