VIDEO: Ari og Sandnes fingu eitt stig á útivølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Grorud-Sandnes 1-1 (0-1)

Ari Mohr Jónsson spældi allan dystin tá lið hansara, Sandnes ULF í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini var á vitjan hjá Grorud. 

Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Johannes Nunez Godoy legði Sandnes ULF á odda beint undan steðginum. Heimaliðið javnaði tá 53 minuttir vóru farnir av dystinum. 

Móti dystarenda hildu teir hjá Sandnes, at teir áttu eitt mál. Christer Reppesgård Hansen rakti yvirleggjaran og bólturin smeyg sær innum málstrikuna, men hvørki dómari ella hjálpardómarar sóu tað, og tí hava Ari og liðfelagarnir nógv at iðra seg um, at teir ikki kundu ferðast heimaftur við trimum stigum.

Ari Mohr Jónsson fekk gula kortið miðskeiðis í seinna hálvleiki. 

Sandnes liggur nummar fýra í deildini við 21 stigum. Seks stig eru upp til annað plássið sum gevur beinleiðis uppflyting til Tippiliguna. Liðini sum enda á triðja, fjórða, fimta og sætta plássi spæla play off dystir um eitt pláss í Tippiliguni.

8. september tekur Sandnes ULF móti Kongsvinger á heimavølli. Kongsvinger liggur á 12. plássi við 13 stigum, so tá skuldi verið góður møguleiki hjá Sandnes ULF at vunnið sær trý stig. 

HER ber til at síggja hæddarpunktini av dystinum millum Grorud og Sandnes ULF: 

<iframe src="https://video.qbrick.com/play2/embed/player?accountId=1127816&amp;mediaId=fc52b71506e94dc9aace10f1f8cbcf0e&amp;pageStyling=styled" allowfullscreen="true" frameborder="0" border="0" width="640" height="360"></iframe>