Video: Arbeiðið at endurreisa virkið byrjar beinavegin

- Alt, sum er fabrikk sær út til at verða vekk. Vit vita ikki støðuna í frystigoymsluni, men har sær út til at okkurt er eftir.

 

Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic.

 

Hann sigur víðari, at ætlanin er, at arbeiðið at reisa virkið aftur skal helst byrja í morgin.

 

- Vit hava ongantíð ivast í, at tað var ein røtt avgerð at gera virkið her og eg síggi onga orsøk til, at vit ikki byrja beinveg at endurreisa tað aftur.

 

Hann sigur eisini, at tann hjálp og tær heilsanir, sum teir hava fingið í dag hevur verið rørandi og øll vísa seg at vilja verða við at hjálpa.