Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka spældu fyrr í dag venjingardyst móti Olimpia Grudziądz, ið eisini spælir í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini.
Tað gekk framúr væl hjá Andriasi og liðfeløgunum, ið vunnu stórsigur 4-0.
Chojniczanka-Olimpia Grudziądz 4-0 (3-0)
1-0 Peter Kolesar (19')
2-0 Antoni Prałat (21')
3-0 Błażej Szczepanek (43')
4-0 Maciej Kiełkucki (89')
Komandi mikudag spælir Chojniczanka venjingardyst móti Jaguar Gdansk. Kappingin í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini byrjar aftur leygardagin 24. februar.
HER ber til at síggja dronuupptøkur av teimum fýra málunum Chojniczanka skoraði í dagsins dysti:
##med2##











