VIDEO: Andrias og liðfelagarnir mistu á stokkinum

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Parma-Hellas Verona 2-1 (1-1)

Mynd: Hellas Verona

Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnar í Hellas Verona høvdu ein góðan javnleik í pottinum í útidystinum í Seriu A móti Parma.

 

Men tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Mateo Pellegrino hjá Parma sigursmálið til 2-1. 

 

Parma legði seg á odda longu í fjórða minutti av dystinum, og sjey minuttir seinni fekk Hellas Verona Gift Orban riknan av vøllinum, og so máttu Andrias og liðfelagarnir stríðast í 80 minuttir pluss tað leysa við 10 leikarum móti 11. 

 

Abdou Harroui javnaði fyri Hellas Verona til 1-1 við einum brotssparki stutt undan steðginum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:

 

##med2##

 

Mynd: Hellas Verona