VIDEO: Andrias Edmundsson fekk reyða kortið

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum Wola-Wisla Plock 1-3 (0-2)

 

Andrias Edmundsson var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Wisla Plock spældu dyst móti Wola á útivølli í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Í 17. minutti legði Przemyslaw Misiak Wisla Plock á odda 1-0, og beint undan steðginum økti Iban Salvador til 2-0.

 

Í 75. minutti hendi nakað margháttligt. Andrias fekk fyrst tað gula kortið fyri at hava felt ein mótstøðuleikara uttanfyri brotsteigin. Men so kom VAR upp í leikin, og so fekk Andrias beinleiðis reytt.

 

Wola minkaði um munin til 1-2 í 88. minutti, men tveir minuttir seinni staðfesti Krystian Pomorski sigurin hjá Wisla Plock.

 

Wisla Plock er næstfremst í deildini við 20 stigum fyri níggju dystir. Fremst er Termalica við 25 stigum.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 19.30 tekur Wisla Plock móti Rzeszow á heimavølli. Tað verður so uttan ein leikbannaðan Andrias Edmundsson. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Wola-Wisla Plock 1-3 (0-2):

 

##med2##