Í annaðkvøld klokkan 18 spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst móti Andorra.
Andorra megnaði javnleik 0-0 móti Hvítarusslandi á útivølli í okkara bólki, og tað ber boð um, at tað kann gerast strævið hjá føroyska liðnum at bróta Andorra niður i dystinum við Djúpumýru í Klaksvík í annaðkvøld.
Dysturin móti Hvítarusslandi var spældur í Armavir í Armenia.
HER ber til at síggja ein samandrátt av U21 EM-undankappingardystinum Hvítarussland-Andorra 0-0, ið var spældur 24. mars:
##med2##