Video: Alexander givið blóð hundrað ferðir

Tað var ein serlig løta í Blóðbankanum í Landssjúkrahúsinum í morgun, tá Alexander Samulesen steig inn á gólvið fyri 100. ferð í blóðbankanum.


Seinastu fjøruti árini hevur Alexander Samuelsen givið blóð, og er hann einans næsti føroyingurin, ið hevur givið blóð hundrað ferðir.


In.fo var til staðar í morgun, tá Alexander Samuelsen fekk handað blómur og gávur í samband við serliga dagin.  


Ynskir tú at gerast blóðgevi, kanst tú skráseta teg á www.geviðblod.fo. Møguleiki er at geva blóð bæði á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar - og Suðuroyar Sjúkrahúsi.