Mánakvøldið manglaði lítið í hjá liðnum hjá Mikkjali K. Thomassen, AIK Stockholm at vinna á verandi meistarunum, Malmö FF á heimavølli á Strawberry Arena leikvøllinum.
AIK hevði fleiri málmøguleikar, og teir hildu seg eisini eiga eitt brotsspark. Dysturin endaði 0-0.
AIK er næstfremst í bestu svensku fótbóltsdeildini við sjey stigum fyri tríggjar dystir.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum AIK og Malmö:
##med2##