VIDEO: Adrian og Daniel skoraðu í stórsigri hjá Hillerød

Hillerød er 11 stig frammanfyri nummar tvey

Adrian R. Justinussen, Daniel Johansen og liðfelagarnir í Hillerød spældu í dag dyst á heimavølli í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Hillerød at vinna stórsigur á Roskilde, har bæði Adrian og Daniel komu á máltalvuna.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði Adrian til 1-1, tá hann var spældur leysur í brotsteiginum hjá Roskilde. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat gagnnýtti Daniel eitt mistak í verjuni hjá Roskilde, og hann økti til 5-2.

 

HER  ber til at síggja málini frá TV3 Sport: https://www.tv3sport.dk/sport/fodbold/nyheder/hillerod-tager-5-2-sejr-over-roskilde

 

Hillerød er greitt oddalið í niðara endaspælinum við 42 stigum. Hillerød er 11 stig frammanfyri næstu liðini, Hobro og B93.