Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens eru framvegis ósigraðir í donsku superliguni hetta kappingarárið.
Farna vikuskiftið eydnaðist tað AC Horsens at vinna ein ótrúliga 2-1 sigur á FCK á útivølli, og fyrr í dag spældi AC Horsens javnleik 1-1 ímóti Randers FC á heimavølli.
Hóast AC Horsens og Hallur Hansson høvdu munin, so var tað Randers FC, ið legði seg á odda í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki helt føroyski miðvallarin fram við at hótta við bóltinum, og kom í onkrar góðar støður, men var millum annað ikki til reiðar, tá bólturin endaði hjá honum eftir hornaspark.
Randers FC spældi hart og drálaði óført, tá tíðin byrjaði at ganga undan. AC Horsens fekk tó eitt uppiborið stig, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ein spælari hjá AC Horsens bleiv feldur í brotsteiginum fýra minuttir fyri tíð. Mathias Kristensen umsetti til mál.
Sum heild mundi Hallur Hansson verða millum sjónligastu spælararnar á vøllinum. Hann tykist væl fyri og djarvur á bóltinum. Í løtum høvdu spælararnir hjá Randers FC stórar trupulleikar við at fáa bóltin frá honum. Hann spældi seinasta partin av dystinum á vinstra vongi.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og Randers FC.