TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og Brøndby, sum var spældur í donsku superliguni í dag.
Hallur Hansson spældi allan dystin fyri AC Horsens, sum tapti 0-2 ímóti Brøndby. Bæði málini hjá Brøndby komu í fyrra hálvleiki. Hallur Hansson var við til at skapa nakrar málmøguleikar hjá AC Horsens, sum tíverri ikki góvu nakað mál.
AC Horsens liggur á einum tíggjunda plássi við 28 stigum. Fimm stig eru upp til Randers FC, sum liggur á sætta plássinum, sum gevur rætt til luttøku í meistaraskapsendaspælinum.
Komandi sunnudag spælir AC Horsens á útivølli ímóti Esbjerg.










