Video: AB ósamdir í útvísing

Argjamenn eru ikki fegnir um linjuna, sum danski dómarin legði í dystinum millum NSÍ og AB

NSÍ vann leygardagin 2-1 á AB í 7. umfari í Effo-deildini. Argjamenn vóru ikki nøgdir við dømingina hjá danska Benjamin Willaume-Jantzen, sum gav Beini Ellefsen tvey gul kort.

 

Til ber at síggja støðurnar við at trýsta á pílin á myndini

 

Tað var eftir 71. minuttir, at Beinir Ellefsen fekk sítt seinna gula kort, tá hann feldi Jónhard Frederiksberg. Millum annað Jógvan Martin Olsen, viðmerkjari á Rás2, og liðskiparin hjá AB, Jónas Stenberg hildu, at dømingin var í harðari lagi.

 

Les eisini: Samandráttur NSÍ - AB 2-1 (Klæmint A. Olsen skorar mál nummar 100)

 

- Vit spæla ein fínan dyst, men dómarin ger tað ringt fyri okkum. Tað frustrerar okkum. Eg haldi dómarin leggur eina harða linju. Eitt skump ella fríspark, so er tað gul kort. Beinir ger tvey ella trý fríspørk og so er hann úti av dystinum. Tað er einki skiti við eitt nú knobbunum fremst. Tað er irriterandi og eitt sindur láturligt, sigur Jónas Stenberg.

 

Um sjálva støðuna sigur hann:

 

- Eg síggi væl, at hann fer hart í taklingina, men tað er ikki groft á nakran hátt. Eg haldi slett ikki, at  hatta er gult kort, sigur Jónas Stenberg at enda.

 

Eisini Jógvan Martin Olsen, fyrrverandi landsliðsvenjari, helt at gulu kortini vóru í bíligari lagi.

 

- Hatta var hart dømt, segði Jógvan Martin Olsen, tá Benjamin Willaume-Jantzen gav AB spælaranum seinna gula korti.

 

Við at trýsta á pílin á myndini, so ber til at síggja gulu kortini, sum útloystu útvísingina.