VIDEO: 31 ár síðani vit møttu Turkalandi seinast

(Video) Seinast Føroyar spældu móti Turkalandi var á ovara vølli í Gundadali 15. juli í 1991

Leygarkvøldið klokkan 19.45 byrjar Nations League undankappingin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í Deild C. Føroyar spæla á útivølli móti Turkalandi í tí fyrsta dystinum. Hini bæði liðini í bólkinum eru Litava og Luksemborg. 

 

Vit hava bara einaferð áður spælt móti Turkalandi, og tá gekk tað framúr væl. 

 

Tað var 15. juli í 1991 á ovara vølli í Gundadali í Havn, har tað eydnaðist Føroyum at fáa ein flottan javnleik 1-1 í einum venjingardysti. Todi Jónsson legði Føroyar á odda aftaná eitt framúr gott gjøgnumbrot. Tá vóru seks minuttir leiktir av seinna hálvleiki. Tá eitt lítið korter var eftir javnaði Turkaland til 1-1. Móti dystarenda hevði Gunnar Mohr ein stóran málmøguleika at leggja Føroyar á odda 2-1.

 

HER ber til at síggja og hoyra samandráttin hjá Sjónvarpi Føroya frá dystinum. Vagnur Michelsen var frásøgumaður. Tað er YouTube rásin, Farerets sum hevur lagt nógv minnilig føroysk landsliðsbrot út, ið hevur lagt hendan samandráttin út á YouTube:

 

##med2##