Oyndfjarðarvegurin er mangan hart raktur, tá ið illveður herjar um landið. Soleiðis er eisini í dag, sambært veðurmátingunum hjá Landsverki.
Tí í skrivandi stund er upp í 30 m/s í hvirlunum.
Ein lesari hjá in.fo hevur sent okkum hetta videobrotið í dag av Oyndfjarðarvegnum.
Ikki bara eru hvirlurnar harðar, men sýni er óvanliga ringt. Fyrr í dag ávaraði løgreglan bilførarar, um at vera serliga ansnir á vegunum í dag, tí bæði vindur og kavarok er kring landið, eins og tað er hált.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja brotið av Oyndfjarðarvegnum.










