Fyri júst 25 árum síðani varð ein ógvuliga minniligur EM-undankappingardystur á Svangaskarði á Toftum.
6. september í 1995 leiktu Føroyar og Russland EM-undankappingardyst á Svangaskarði.
Russland var stórur favorittur, og longu í 9. minutti kom Russland á odda 1-0, men bert tveir minuttir seinni fingu russar tann fyrsta skelkin tá Henning Jarnskor javnaði við einum góðum skoti.
Støðan var 1-1 í hálvleikinum. 10 minuttir inn í seinna hálvleik rann Todi Jónsson frá russisku verjuni og setti bóltin hegnisliga í málið til 2-1 til Føroyar, og fagnaðurin á Svangaskarði vildi ongan enda taka.
Føroyska orkan fór tó undan, og seinasta hálva tíman skoraðu russar fýra mál, so Jeppe var ikki so ræðuliga leingi í barónaseingini. Men Føroyar høvdu víst nógvar góðar taktir, og tvey góð føroysk mál vóru skotin í dystinum.
Føroyska liðið hendan dagin:
Føroyar:
1. Jens Martin Knudsen
2. Óli Johannesen
3. Tummas Eli Hansen
4. Janus Rasmussen
5. Jens Kristian Hansen
6. Øssur Hansen
7. Kurt Mørkøre
8. Julian Johnsson
9. Jan Allan Müller
10. Todi Jónsson
11. Henning Jarnskor (Kelda: FSF og FaroeSoccer)
HER ber til at síggja eitt innslag russiska sjónvarpsrásin, NTV gjørdi við hæddarpunktum frá dystinum 6. september í 1995. Tann tá bert 21 ára gamli Ivan E. Eysturland gjørdi innslagið. Á innslagnum síggjast eisini góðar løtumyndur úr Føroyum anno 1995. Innslagið sæst frá einum minutti og 10 sekundum:
##med2##











