VIDEO: 20 ár síðani Øssur Hansen skelkaði Slovenia

(Video) Tá 85 minuttir vóru farnir vóru Føroyar aftanfyri 0-2, men so syrgdu Uni Arge og Øssur Hansen fyri einum rimmar comeback´ið

Svangaskarður 3. september í 2000. Vit sum vóru har fyri 20 árum síðani gloyma aldrin hendan minniliga dagin í Føroyar fótbóltssøgu.

Føroyar spældu HM-undankappingardyst móti Slovenia hendan dagin, og var útiliðið greiður favorittur.

Sašo Udovič legði Slovenia á odda 1-0 tá 25 minuttir vóru farnir. Tá Milan Osterc økti til 2-0 til Slovenia í 85. minutti rýmdu fleiri, men tíbetur var ein sitandi sjálvur.

Bert tveir minuttir seinni hevði Uni Arge minkað um munin til 1-2, tá vendu nøkur av teimum niðanaftur á Svangaskarð, sum rýmdu tá støðan gjørdist 2-0. Men málið hjá Una var ikki nóg mikið til at fáa tey svørtskygdu at koma niðan aftur at síggja dystin lidnan.

Vit sum vóru sitandi, og tey sum komu afturíaftur gloyma ongantíð hvat hendi í tíðini dómarin hevði lagt aftrat: Fríspark til Føroyar uttanfyri brotsteigin hjá Slovenia í høgru síðu. Øssur Hansen skal taka frísparkið, og hann sendir í einum vøkrum boða eitt tað vakrasta og besta frísparkið í Føroya landsliðssøgu í málið til javnleik 2-2. Vit sum framvegis vóru á Svangaskarði stórfegnaðust saman við hetjum okkara - fast taki teimum sum rýmdu. Tey hava enn - 20 ár seinni - gott av tí.

YouTube rásin "Farerets" hevur lagt nógv søgulig brot hjá landsliðnum út. Her ber til at síggja ein samandrátt av seinna hálvleiki frá dystinum fyri 20 árum síðani. Ein løta sum ikki verður gloymd: 

##med2##