VIDEO: 101 ára gomul kvinna setti met á 100 metrum

(Video) Síggj Ju­liu Hawk­ins úr USA seta tíðarmet á 100 metrum fyri rennarar, sum eru eldri enn 100 ár

 

 

 

101 ára gamla Ju­lia Hawk­ins úr USA kann verða sera stolt. Hon er tann persónurin, sum er yvir 100 ára gamal, sum hevur runnið 100 metrar uppá tað skjótastu tíðini nakrantíð.

 

Ju­lia Hawk­ins rann 100 metrar uppá mettíðina 40,12 sekund á einari stevnu fyri frælsum ítrótti í Louisiana, USA farna leygardag.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj 101 ára gomlu Ju­liu Hawk­ins fremnja bragdið á rennibreytini hjá Louisiana State University farna leygardag. 

 

- Eg forsømdi mín middagslúr fyri at kunna seta hetta metið, segði Julia Hawkins við amerikanskar miðlar aftaná hon hevði sett metið fyri persónar, sum eru yvir 100 ára gamlir á 100 metrum. 

 

Julia Hawkins byrjaði at renna, tá hon var 100 ára gomul!!