VIDEO: 10 ára gamal skorar eitt ótrúligt mál

(Video) Málið 10 ára gamli Romeo Meyer hjá U11-liðnum hjá FC Nordsjælland skoraði í einari finalu er farið víða kring knøttin

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj eitt ótrúligt mál, ið bert 10 ára gamli Romeo Meyer hjá U11-liðnum hjá FC Nordsjælland skoraði í finaluni í ungdómskappingini JB Cup í Gentofte. Romeo Meyer ger eina ótrúliga fintu sum sjáldan er sædd í fótbólti áðrenn hann elegant sendir bóltin í málið. Hetta málið hjá honum ferðast eisini longu víða kring allan heimin.

 

Venjari hjá U11-liðnum FC Nordsjælland og Romeo Meyer er fyrrverandi superliga-áleyparin, Rajko Lekic, ið sigur við danskar miðlar, at talan er um eitt fótbóltstalent útum tað heilt vanliga.

 

Rajko Lekic greiðir frá, at 10 ára gamli Romeo Meyer vil bara sleppa at venja á fótbóltsvøllinum, og sambært pápa Romeo býr 10 ára gamli Romeo nærmast á fótbóltsvøllinum.