Video: 10. floksnæmingar tulka M. A. Winther

Hungur er nýggjur stuttfilmur, sum 10. flokkur í Fuglafjarðar skúla hevur gjørt

Í desember hevði 10. flokkur í Fuglafjarðar skúla eina filmsverkætlan. Burturúr spurdist ein stuttfilmur, sum er bygdur á stuttsøguna Hungur hjá Mads A. Winther.

 

Næmingarnir hava spælt, tikið upp og viðgjørt, meðan lærararnir Marjun Djurhuus og Bárður á Lakjuni løgdu framleiðsluna til rættis.

 

Filmurin varð vístur til jólahaldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 19. desember, og nú er hann tøkur fyri almenningin á YouTube. Til ber at síggja stuttfilmin oman fyri.