Videla fekk lívlangt fongsul

Í Argentina hevur eion dómstólur dømt fyrrverandi einaræðisharran Jorge Videla lívlanga fongsulsrevsing. Hann varð funnin sekur í at hava beint fyri sínum politisku mótstøðumonnum og fyri brotsverk ímóti mannaættini.

Videla, sum er 85 ára gamal, var ein av høvuðsmonnunum aftan fyri ræðuleikarnar í einaræðistíðini frá 1976 til 1983, tá andstøðufólk í tíggjutúsundatali hvurvu.

Jorge Videla tók við sum argentinskur forseti í 1976, tá tríggir herleiðarar koyrdu Isabel Peron frá. Hetta er aðru ferð, at hann hevur verið í rættinum fyri brotsverkini frá einaræðistíðini. Í 1985 fekk hann lívlanga fongsulsrevsing, men í 1991 slapp hann úr fongslinum.

Fyri fimm árum síðani gjørdi argentinski Hægstirættur av ógilda eina lóg, sum vardi herovastar, løgreglumenn og embætismenn frá einaræðistíðini. Síðani eru umleið 30 fólk ákærd fyri morð og onnur brotsverk, sum vórðu framd, meðan herurin stýrdi Argentina í sjeyti- og áttatiárunum.