Viðbótin SKAL hækka

Annika Olsen slær fast, at viðbótin til fólkapensjónina verður hækkað sum ætlað og til ætlaðu tíðina. Einki annað kann góðtakast sigur hon

 

 

Hetta slær Annika Olsen fast, nú tað í miðlunum hevur verið ført fram, at hækkanin av fólkapensjónini verður nakað seinkað, tí at játtanin annars verður ov lítil

 

Í stuttum tíðindabrævi, sum er sent miðlunum, skrivar landsstýriskvinnan, at pengarnar skulu finnast so ella so.

 

- Almannamálaráðið varð ikki spurt eftir nakrari ítøkiligari meting, áðrenn fíggjarlógin bleiv samtykt. Nú er komið fram, at tær 10 milliónirnar, sum løgtingið játtaði til at hækka mánaðarligu viðbótina við 350 kr frá juli mánaði at rokna, er ov lítið eftir okkara tykki. Ein loysn skal finnast á málinum so ella so, soleiðis, at fólkapensjónistarnir kunnu fáa sína hækkaðu viðbót sum lovað. Onki annað kann góðtakast, sigur Annika Olsen.