Víðari mentanarpolitikk

Vit eiga at fjálga um alla mentan og alt mentanarlív í landinum. Tað skal ikki bert ríka lív okkara, sum her búgva, og hjá teimum, sum koma higar, men tað skal eisini vera so, at yrkislistin og listafólk okkara fáa nøktandi kor.

Vit eiga at fjálga um alla mentan og alt mentanarlív í landinum. Tað skal ikki bert ríka lív okkara, sum her búgva, og hjá teimum, sum koma higar, men tað skal eisini vera so, at yrkislistin og listafólk okkara fáa nøktandi kor.

Mentanargrunnur landsins skal økjast við minst 5 milliónum krónum. Tjóðpallurin skal sum skjótast gerast til veruleika og álitið um filmslist skal setast í verk, so filmslistin eisini fær sín góða lut í mentanarframleiðslu okkara. Her skal Kringvarpið eisini hava sín stóra lut.

Søvn landsins hava nú í eina tíð verið í eini samanleggingartilgongd, og stundin er nú komin til at heysta fruktirnar av hesum og játta pening til størri fakligt virksemi á søvnunum. Á henda hátt kunnu vit fáa mentanararvin, bæði tann ítøkiliga og tann óítøkiliga, meira sjónligan í samfelagnum. Samstarvið millum søvnini og Fróðskaparsetrið skal at skipast soleiðis, at eyka virði verður skapt, tá tað kemur til undirvísing, gransking og mentanarmiðling.

Musikkskúlin hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri børn okkara. Enn fleiri børn og ung eiga at fáa lut í hesum, fyri eisini at menna tað professionella tónleikalívið.

Mentan er eisini vinna, sum, um rætt verður borið at, kastar nógvan pening av sær. Náttúra, mentan og ferðavinna hanga saman.

Jóan Pauli Joensen
Javnaðarflokkurin, Listi C