Vidal tætt við United

Arturo Vidal nærkast einum skifti til Manchester United vert góðar 440 milliónir krónur.

Arturo Vidal nærkast einum skifti til Manchester United vert góðar 440 milliónir krónur.

 

Umboðsmaðurin hjá miðvallarleikaranum fleyg inn til Manchester í gjárkvøldið fyri at fáa síðstu smálutirnar upp á pláss.

 

Kilenska blaðið, El Mercurio, visti at siga fyrr í vikuni, at Vidal longu hevur samtykt at flyta til United, meðan italska blaðið, Gazzetta dello Sport sigur, at 27 ára gamli Vidal longu hevur verið til læknakanning undan pengasterku flytingini til Manchester.

 

Nýggi United venjarin, Louis Van Gaal, hevur lagt nógv fyri at gera Vidal størsta navnið í summar, og varaforsetin í United, Ed Woodward, fleyg heim av USA-túrinum seinasta mánað fyri at fáa handilin upp á pláss.

 

Sum skilst hevur United bjóða Vidal at tvífalda inntøkurnar, og bjóða honum ein fýra ára sáttmála við 1.13 milliónum krónum um vikuna.