Vida A. Højgaard við nýggjum yrkingasavni

Lesarin kennir seg skjótt aftur í gerandismyndunum, sum Vida A. Højgaard setir fram í sínum fyrsta yrkingasavni, ið júst er komið út



Nýggja savnið hevur heitið "Novemburmorgun", og er tað sett saman av vøkrum og kenslubornum tekstum, har høvundurin við gløggskygni tekur um grundleggjandi spurningar í tilveruni. 


Í savninum setur høvundurin orð á upplivingar og kenslur, sum vit øll kenna sum menniskju, og hon setur tær í perspektiv.

Her eru myndir frá kærleiksnátt, frá føðideildini, tá ið dóttirin eigur, og jólaódnin í 1988 verður lýst at hava ein javnlíka inni í frásøgufólkinum sjálvum. Gerandismyndir og myndir, sum kanska ikki eru so gerandisligar, verða settar fram, so lesarin kennir seg aftur.

Vida Akseldóttir Højgaard gjørdi fyrstu fer vart við seg sum rithøvundur, tá hon gav út skaldsøguna Mørk í 2005.

Tað er Mentunargrunnur Studentafelagsins, sum gevur út "Novemburmorgun", ið er 42 blaðsíður.

Sørin D. Højgaard hevur gjørt permumyndina