Her tað seinasta nýggjasta um HM hóparnar so hvørt, sum teir verða úttiknir.
Hjá nýkáraðu meistarunum svíðir tað helst fast, at hvørki Samir Nasri sleppur við til Brasil, og ei heldur liðfelagi hansara, Gael Clichy.
Níggju av 23 mans stóra hópinum hjá Fraklandi spæla í Onglandi, millum aðrar Loic Remy frá QPR.
Tottenham málverjin, Hugo Lloris, Mathieu Debuchy og Moussa Sissoko frá Newcastle, Patrice Evra úr United og miðverjin, Mamadou Sakho úr Liverpool eru eisini allir við.
Tað er Arsenal trioin av Lurent Koscielny, Bacary Sagna og Olivier Giroud, sum fullfíggjað fronsku leikararnar í Onglandi.
Bæði Diego Costa og Fernando Torres eru við í spanska hópinum til Brasil. Liðfelagin í Chelsea, Cesar Azpilicueta er eisini við, og tað sama er galdandi fyri David Silva, Alvaro Negredo og Jesus Navas.
Santi Cazorla úr Arsenal saman við Juan Mata og Davide De Gea úr United eru teir seinastu úr Onglandi, sum sleppa við til Brasil.
Tað verður ikki pláss fyri langtíðarskadda Victor Valdes úr Barcelona, ella fyrstavalinum í Real Madrid, Diego Lopez.