Við Naddoddi

Sjónvarpið hevur sent frá einum túri ið var gjørdur til Noregis við seksæringinum »Naddoddi« av Tvøroyri.


Eg haldi at tað var ein góð sending. Góðar myndir og skemtingarsamir menn at vera saman við.

Loyvi mær at rætta sjónvarpsmannin, tá hann greiddi frá at maðurin legði seg niður á tyljarnar. Nei, hann legði seg niður á tyljurnar.

Ein tylja er kvennkynsorð, ikki kallkyn, sum sjónvarpsmaðurin gjørdi tað til.

Helst kennir sjónvarpsmaðurin ikki nógv til bát. Tað er ein erlig sak; men so skal hann spyrja seg fyri, ella sláa orðið upp í orðabókini.


Vinarliga

hyggjari