Bæði á Facebook og á vm.fo verður kunngjørt, at Við Múrin verður aftur í 2015.
Tá hesin tónleikafagnaður var fyri fáum árum síðani, endaði tað við, at tiltakið svaraði ikki hvøørjum sítt. Tónleikarar skipaðu tá fyri stuðulskonsert, so tey, ið vóru meinast rakt, fingu eina hjálpandi hond.
Men 2. til 4. juli í 2015 verður aftur ein fagnaður í Kirkjubø. Eisini hesin ber navnið Við Múrin.
Men nú eru aðrir fyriskiparar, og hesir siga seg gleða seg til fagnaðurin verður veruleiki.
Hyggur ein á www.vm.fo og lesur hvat fyrireikarar skriva um festivalin, so eru tað Rói B. Poulsen & Helgi D. Michelsen, ið skriva undir og standa sum stigtakarar av Við Múrin 2015.
Longu nú eru nøkur nøvn komin á skránna. Fyrireikararnir siga soleiðis:
Kirkjubøur verður karmur um tað besta av føroyskum tónleiki, sum øll kenna og kunnu syngja við til. Gleð teg til tónanar frá m.ø. Terja og Føstufressum, Páll Finnur Páll, Signari í Homrum, Janus W Mortensen og nógvum øðrum
,










