Við kritiskum eygum á altjóða kvinnudegnum

- Hin 8. mars fara vit at hyggja eftir okkara samfelag við kritiskum eygum og eftirkanna, um tað ikki kann gerast betri! siga tey, sum standa aftan fyri kvinnutiltak í Fuglafirði á altjóða kvinnudegnum.

Síðan 2016 hevur Fuglafjørður verið karmur um stórt alment kvinnudagshald hin 8. mars. Fyrst við fokus á ávísar samfelagsbólkar, so sum korini hjá tilflytarakvinnum, og seinnu árini við meira alment samfelagsligum fokus - við heitum sum "skal samfelagið skifta fortekn?" og "reglubrot og nýggj verð".

 

- Eftir ruðuleikan í vetur gjørdist tað týðiligt, at vit framvegis hava eitt rættiliga patriarkalskt samfelag í Føroyum. Hetta sæst á øllum økjum í føroyska samfelagnum, har menn eiga flestu virðir, hægstu inntøkur og flestu leiðslusessir. Nú hava teir eisini allar ráðharrasessirnar í landstýrinum. Ikki tí, at kvinnur ikki hava førleikarnar, royndirnar ella áhugan.

 

Tað siga tey, sum standa aftan fyri tiltakið í Mentanarhúsinum á altjóða kvinnudegnum.

 

- Hin 8. mars fara vit at hyggja eftir okkara samfelag við kritiskum eygum og eftirkanna, um tað ikki kann gerast betri! Kvinnur mugu hava ábyrgd og ávirkan, har avgerðir verða tiknar. Samfelagið má virðismeta og løna tey økir, har kvinnur í størri mun bera byrðarnar, javnt við onnur samanberlig størv hvat ábyrgd, útbúgving og innihaldi viðvíkur.

 

Í kunning um tiltakð í Fuglafirði verður spurt soleiðis:

 

- Eru føroyskar kvinnur bara "comfortably numb"? Tað eru fá støð í heiminum, har tað er so stutt frá vanliga fólkinum til ovastu sessirnar og til stóra ávirkan. Hví taka vit so ikki av hesi avbjóðing? Hvussu ber tað til, at kvinnur ikki í nógv størri mun gera sína ávirkan galdandi og skapa eitt burðardygt samfelag við javnstøðu, inklusjón, tolsemi, nýskapan og fjølbroytni í hásæti?

 

##med2##

 

Eitt samfelag, har vit taka bústaðartrot, sálarligar avbjóðingar, umhvørvið og veðurlagshóttan í størsta álvara. Har vitan og mentan verða raðfest høgt. Har vit ásanna, at vit eru knýtt at restini av heiminum og mugu agera eftir tí. Har vit, sum einstaklingar, familjur, økir og tjóð mennast í felag.

 

- Hvussu hevði eitt tílíkt post-patriarkalskt samfelag kunnað sæð út? Hvussu hevði tað verið bygt upp? Hvussu trýsta vit á reglubrot og skipa eina nýggja verð, har vit øll kunnu taka pallin - í einum samfelag við einum øðrum fortekni? spyrja tey, sum standa aftan fyri altjóða kvinnudagin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hin 8. mars.

 

Skráin fyri tiltakið kann heintast um heimasíðuna hjá Fuglafjarðar kommunu - www.fuglafjordur.fo